170 milliónir krónur færri úr havinum

Umleið 170 milliónir krónur færri eru komnar upp úr havinum kring Føroyar í verandi fiskiári, samanborið við sama tíðarskeið seinasta fiskiár. Í verandi fiskiári eru umleið 490 milliónir krónur komnar upp á land. Í tíðarskeiðinum seinasta fiskiár var talið umleið 659 milliónir krónur. Hetta er ein afturgongd á næstan 25 prosent

Tað er ongin loyna, at fiskaprísurin er lágur í løtuni. Virðini eru minkaði við heili 30 prosentum, og tað svarar til næstan 170 milliónir krónur.

Hetta kann fyrst og fremst greiðast frá, við at fiskaprísurin í miðal, um hugt verður at øllum fiski, ið er komin upp á land í Føroyum, er minkaður við 2,28 krónum fyri hvørt kilo í mun til tíðarskeiðið í fjør. Í fjør var miðal fiskaprísurin 9,89 krónur fyri kilo frá septembur til mai. Í verandi árið er hetta tal 7,61 krónur fyri kilo.

Men tað er ikki bara lági prísurin, ið hevur spælt inn. Eisini er mongdin, ið er komin upp á land 6.020 tons minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Frá septembur til mai seinasta fiskiár var mongdin 66.708.099 kilo, meðan mongdin í sama tíðarskeiði í ár er 60.687.692 kilo.

Tað er ikki bara vánaligur fiskiskapur, sum er orsøkin til, at minni er komið upp á land. Tað hevur eisini nógv at siga, at 1488 fiskidagar færri eru nýttir í verandi fiskiári samanborið við sama tíðarskeið seinasta fiskiár.

Í hesum tølum er alt skorið yvir ein kamp, við tað, at munur ikki er gjørdur á ymisku fiskasløgunum.


Hálvur toskavinningur

Verður hugt av virðinum, so er bara helvtin av virðinum komið inn, um sammet verður við seinasta ár. Tað vil í reinum tølum siga, at virðið í ár er umleið 110 milliónir krónur, sammet við 204 milliónir seinasta ár. Hetta er ein afturgongd á umleið 94 milliónir krónur.

Verður hetta sammet við mongdirnar, so er afturgongdin 1.845 tons, sum svarar til eini 20 prosent. Mongdin í seinasta fiskiári var 8.808 tons, og í ár er mongdin higartil 6.963 tons.

Hetta vil við øðrum orðum siga, at toskaprísurin er farin úr umleið 23 krónum fyri kilo seinasta fiskiár til 16 krónur fyri hvørt kilo í verandi fiskiári. Hetta er ein lækking á umleið 30 prosent.


Hýsumongdin hálv

Í fjør komu umleið 7.000 tons av hýsu upp á land frá septembur til mai. Í ár er hetta tal bert 3.600 tons. Tað vil siga, at bara helvtina so nógv hýsa er komin í skipanina í hjá Fiskiveiðieftirlitinum í verandi fiskiári sammet við sama tíðarskeið seinasta fiskiár.

Í krónum eru eisini stórar broytingar farnar fram. Í tíðarskeiðnum í fjør varð hýsa landað fyri umleið 89 milliónir krónur, og í verandi árið er talið umleið 32 milliónir krónur. Ein afturgongd á 57 milliónir krónur.

Verður hugt at prísinum, so er kann staðfestast, at miðalprísurin í tíðarskeiðnum seinasta fiskiá var umleið 12,60 krónur fyri kilo, meðan talið í verandi fiskiári hevur verið um 8,87 krónur fyri kilo.

Í prosentum er henda afturgongd á eini 30 prosent.


Upsin heldur sær

Eitt av fiskasløgunum, har mongdin hevur hildið sær rímiliga væl frá septembur í fjør til mai í ár, sammet við sama tíðarskeið seinasta fiskiár er upsin. Har er heldur mongdin sær nevniliga um millum 37.000 og 38.000 tons.

Samstundis sæst, at prísurin er hækkaður frá umleið 5,21 krónum fyri kilo til 5,53 krónur fyri kilo. Samlaða virðið av upsanum er somuleiðis vaksið úr umleið 191 milliónum krónum upp í 210 milliónir krónur. Ein framgongd á umleið 19 milliónir krónur.


Hini líkjast

Innan hini fiskasløgini, har mongdin vanliga er minni og virðið tilsvarandi, sæst, at umleið ein helvt er veidd av havtasku í verandi tíðarskeiðið sammet við seinasta ár, og virðið er somuleiðis helvtað. Men við flestu øðrum fiskasløgum eru broytingarnar ikki so øgiliga stórar, hóast veiðan av gullaksi og stinglaksi er vaksin, og tað er virðið av nevndu fiskasløgum eisini.

Allir upplýsingar eru baseraðir upp á tøl frá Fiskiveiðieftirlitinum, sum seinast vórðu dagførd í dag, um kilo og krónur, ið eru komin upp úr føroyskum sjøki frá 1. septembur til 22. apríl í fiskiárinum 2007 og 2008.

Í gjár kom greiddi Sosialurin frá, at nógv færri fiskidagar eru nýttir, og tað ávirkar helst mongdina av fiski, ið er komin úr havinum.

Men greitt er, at miðalprísurin á fiski er lægri, hóast mongdin er minni.