17 vóru á vøllinum ímóti Norðurírlandi

Føroyska kvinnulandsliðið tapti í dag 3-1 ímóti Norðurírlandi, sum var frammanfyri 3-0 eftir fyrra hálvleik og í seinna hálvleiki gjørdi sjálvmál

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti er í hesum døgum á venjingarlegu í Marbella í Spania. Á venjingarleguni eru tveir landsdystir á skránni.

 

Tann fyrri var í dag. Mótstøðuliðið var Norðurírland, sum vann 3-1. Hálvleiksstøðan var 3-0. Føroyar minkaðu um munin til 3-1, tá ið eitt korter var eftir. Málið var sjálvmál.

 

Norðurírland setti hol á í sætta minutti og eftir hornaspark, og hini málini vórðu skorað sjey minuttir undan steðginum og dygst undan steðginum. Eisini í hesum báðum førunum var tað eftir hornaspark.

 

Tað varð fylgt við leikgongdini á dystir.fo, og sambært tí frásøgnini høvdu føroysku kvinnurnar ongan upplagdan málmøguleika. Fimm skiftingar vóru á føroyska liðnum. Valborg Østerø var fyri fyrstu ferð í málinum, og Rúna Jacobsen var í fyrra hálvleiki á miðvøllinum fyri fyrstu ferð.

 

Føroyar og Norðurírland hittust fyri einum góðum ári síðani í EM undankappingardysti. Tá vann Norðurírland 5-1.

 

Føroyska liðið fer aftur í eldin sunnudagin, tá ið mótstøðuliðið verður Gibraltar.

 

Føroyar: Valborg Østerø – Maria á Lakjuni (Julia Helena Dal Henriksen, 62.), Birita Ryan (Mijam Huneck, 46.), Rakul M. Johannesen, Sarita M. Mittfoss, Ásla Johannesen – Rúna Jacobsen (Sanna Svarvadal, 46.),  Olga Kristina Hansen (Kára Djurhuus, 46.), Jensa K. Tórolvsdóttir – Julia Naomi Mortensen (Lena Olsen, 86.), Heidi Sevdal (Tóra Mohr, 62.)

 

Á beinkinum uttan at verða skift inn: Monika Biskopstø

 

Venjari: Lene B. Terp