17 venjarar fingið B-prógv

Á lítlari hátíðarløtu týsdagin fingu 17 venjarar handað UEFA B-venjaraprógv. Talan var um 11 menn og seks kvinnur, boðar Fótbóltssambandið frá

Nýggju UEFA B-venjararnir saman við umboðum fyri FSF - Mynd: Bjarni Enghamar

Á lítlari hátíðarløtu týsdagin fingu 17 venjarar handað UEFA B-venjaraprógv. Talan var um 11 menn og seks kvinnur, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

– Hetta hevur verið ein spennandi tíð, har vit hava lært nógv. Tað hevur eisini verið hugaligt, at fleiri kvinnur hava tikið lut á skeiðnum, og eg vóni samstundis, at enn fleiri kvinnur leggjast afturat venjaraskaranum.

 

Soleiðis sigur Maibritt Olsen, ið farna týsdag var millum venjararnar, ið fingu handað UEFA B-venjaraprógv.

 

Undan kvinnulandsdystinum móti Skotlandi, skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri eini lítlari hátíðarløtu á Tórsvølli, har teir 17 venjararnir fingu handað prógvini. Tað var Rúni Herup Olsen, limur í Útbúgvingar- og menningarnevndini hjá FSF, ið stóð fyri handanini.

 

Nær nýtt UEFA B-venjaraskeið aftur verður á skránni, er ikki endaliga avgjørt enn, men væntandi tíðliga í vár komandi ár.

 

Nýggju UEFA B-venjararnir saman við umboðum fyri FSF - Mynd: Bjarni Enghamar