17 vanlukkulig sekund

Russiska flogfarið, sum Turkaland skeyt niður í gjár, var í turkiskum loftrúmi í einans 17 sekund.

 

Hetta vísa skjøl, sum bríkslarasíðan Wikileaks hevur fingið hendur á. Tað er sendimaðurin hjá Turkalandi til ST, sum boðar ST frá hesum í einum skrivi.

 

Sambært skjalinum flugu tvey russisk flogfør tvørtur um turkiska markið á einum stað, har markið millum Sýria og Turkaland ger eitt sving inn í Sýria og so út aftur. Russisku flogførini vóru tí í turkiskum loftrúmi í eini 17 sekund.

 

Russiska flogfarið varð skotið niður í turkiskum loftrúmið, men datt niður yvir Sýria. Vraklutir duttu tó niður yvir Turkaland og særdu tveir turkar. Annar av russisku flogskiparunum umborð á niðurskotna flogfarinum, doyði.

 

Í skjalinum stendur, at russisku flogførini fingu 10 ávaringar seinastu fimm minuttirnar, áðrenn tey komu inn í turkiskt loftrúm, tó uttan at geva sær fær um hesar ávaringar.

 

Russiskir myndugleikar nokta tó fyri hesi útlegging og siga, at flogførini ongantíð vóru í turkiskum loftrúmi, ei heldur fingu tey nakrar ávaringar.

 

Turkaland og Russland hava verið í stríð í loftrúminum yvir markinum millum Sýria og Turkaland fyrr í ár. 3. og 4. oktobur vóru russisk flogfør inni í turkiskum loftrúmi. Eisini tað ferðina fóru turkisk flogfør á flog, fyri at reka russisku flogførini út. Russiskir myndugleikar fingu 19. novembur greið boð um, at hetta fór ikki at vera góðtikið aftur. 

 

Turkaland hevur fyrr í ár eisini skotið tvey sýrisk flogfør niður, sum vóru komin inn í turkiskt loftrúm.