Stjørnan-VÍF 26-19 (12-12)
Tað var ikki sørt, at klaksvíkingar stúrdu undan dystinum móti VÍF. Ja, fleiri høvdu kanska hug at kalla hetta fyri lagnudyst, tí eftir knúsandi ósigurin móti Kyndli fyri hálvari aðru viku síðani, mátti tað nú røkka ella støkka fyri Stjørnuna.
Fór VÍF avstað við stigunum, eins og tær gjørdu seinast, var kappingin aftur víðopin, men hinvegin kundi Stjørnan við einum sigri taka eitt avgerandi fet móti væntaða meistaraheitinum.
Tyngdi leikararnar
Líkt var eisini til, at spenta støðan vigaði nógv á herðunum hjá klaksvíksgentunum, tá dysturin hóskvøldið varð settur.
Spæl teirra hekk als ikki saman, og vestmannagenturnar gjørdu sær beinan vegin dælt av hesum, og tá máltalvan lýsti 3-6, mundu fleiri áskoðarar helst halda, at tey upplivdu eitt sonevnt »deja-vu«.
Stjørnan kom tó spakuliga inn aftur í dystin, men meginpartin av hálvleikinum vóru tað vestmannagenturnar, sum høvdu munin. Fyrst og fremst var tað Ioana Rápa, sum gjørdi um seg, og hóast klaksvíksgenturnar mansvardu, megnaði hon framhaldandi at fáa bóltin í netið, tá stillað varð upp við tríggja metra kast.
Móti endanum av hálvleikinum fekk Stjørnan endiliga nøsina fram um VÍF, men Ioana megnaði tó aftur at javna støðuna.
Hamskiftar
Nú veit eg ikki, hvørji boð Stjørnuleikararnir høvdu fingið í hálvleikinum, men í øllum førum varð liðið hamskift, tá tær komu aftur á vøllin.
Í samfullar 17 minuttir hildu tær VÍF frá fatinum, og tá klaksvíksgenturnar sjálvar sendu níggju stjørnuskot í málið hjá Marjuni, var alt avgjørt hesa løtuna.
Eftir tí vit frætta úr Klaksvíkini, riggaði verjan nærum perfekt hesa løtuna, og komu vestmannagenturnar fram við verjuni, vardi Johanna Mikkelsen í málinum fyri.
Hetta er annars fyrsti dysturin hjá Johannu, síðani hon fekk skaða í europa-cup dystunum í heyst, og fekk sanniliga prógvað, at landsliðsvenjarin ikki hevur roknað skeivt, tá hann hevur tikið hana við í bruttohópin til landsliðið.
Seinasta korterið av dystinum fór ferðin aftur av dystinum, og Ioana kundi taka málskjótingina upp aftur, men tá var ov seint, og sigurin hjá heimaliðnum kom ongantíð í vanda.
Lætt um trýstið
Eftir dystin kundi venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen, fegnast saman við leikarunum um, at klaksvíksgenturnar nú aftur hava slitið seg leysar í oddinum.
-hetta var ein ótrúliga týdnignarmikil dystur fyri okkum, tí enn ein ósigur kundi viðført, at leikararnir komandi dystirnar fóru gerast alt ov fjáltursstungnir. Nú hava vit aftur skapt okkum eina góðu oddastøðu, soleiðis at trýstið nú liggur á hinum liðunum, segði venjarin við Sosialin eftir dystin.
Ivaleyst er tað eisini rætt, at Stjørnan nú hevur allar trumfarnar á hondini í dystinum um FM-heitið.
Hinvegin stendur ikki so væl til, tá hugsað verður um steypakappingina. Komandi sunnudag skulu tær á heimavølli royna at vinna tapið móti Kyndli aftur. Hetta verður tó ein alt annað enn løtt uppgáva, tí Kyndilskvinnurnar tykjast sera væl koyrandi í løtuni.
Møguliga fer hesin dystur eisini at geva eina ábending um, hvørt hóttanin hjá frá kyndilskvinnunum í FM-stríðnum skal takast í álvara.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Hansen 7 (1), Vesna Tomajek 5 (2), Annika Ljósstein 4 (1), Andrijana Milodanovic 4, Anna K. Samson 3, Jastrid Gullaksen 2
VÍF: Ioana Rápa 14 (3), Jacklin Durhuus 3, Óluvá Poulsen 1, Randi Kúrberg 1
Brotskøst:
Stjørnan 5, VÍF 5
Útvísingar:
Stjørnan 5, VÍF 3
Diskvalifikatión:
Stjørnan 1 (3x2 minuttir)
Dómarar úr Tjaldur:
Dánial Hansen og Kári Hansen