Á facebook-síðuni - Koltur - er hin 20. oktober í ár ein gjøllig frágreiðing um, hvussu skurðfjallið í ár hevur vignast, nú flettingin er av á hesum sinni.
- Úrslitið í 2015 er heldur verri enn vanligt, og lambatalið er munandi minni enn vanligt. Í summar var lambatalið akkurát eitt lamb uppá ærina (djólingar íroknaðir), sum eisini er minni enn vanligt.
Á facebook-síðuni verður eisini sagt, at frá áseyðaroytingini í summar til nú í heyst eru 11 lomb burtur.
- Tað er heilt óvanligt.
Sagt verður, at tíverri mangla eisini fýra ær og tveir veðrar.
- Men, tað er ikki óvanligt, at so er, verður lagt aftrat.
Telja vit saman, eru júst 17 seyðir horvnir í Koltri frá áseyðaroytingini í summar til nú í heyst, tá skurðfjøllini vórðu gingin.
Á facebook-síðuni verður eisini sagt, at 160 áseyðir eru í Koltri - í miðal 137 ær og 23 gjólingar.
- Seyðurin hevur ongantíð fingið fóður, men hevur altíð klárað seg sjálvur alt árið í haganum. Soleiðis er tað enn, skriva tey í Koltri á sínari facebook-síðu.










