Hóast 17 Sangarar ongantíð hava verið annað enn bestir, so vóru teir serliga góðir í gjárkvøldið.
Teir eru ávegis til Ísland og høvdu tí skipað fyri eini framúr góðari konsert í Skúlanum við Ósánna í gjárkvøldið. Teir fara á flog í morgin og koma aftur mánadagin. Har teir skulu syngja í Langholdskirkjuni og annars vitja Kópavog, vinarbý Klaksvíkar.
Við á ferðini í Íslandi skal Jógvan Hansen eisini syngja saman við teimur, lutvíst saman við kórinum og eisini har Pætur við Keldu, spælir undir saman við øðrum tónleikarum úr Íslandi.
Kórið er so væl fyri - sum onganíð fyrr. Slíkur klangur, dynamikkur og væl samansungið kór, skal tú leita leingi eftir. Og skráin var fjørlbroytt við tí besta úr Føroyum og tí besta úr Íslandi, har Sigfús Halldórsson stóð ovast á listanum.
Jú, sanniliga eru 17 Sangarar eitt virðiligt umboð at senda til Íslands, sum grannkona mín úr Fuglafirði, Randi Vang eisini bedýraði mær - Og eg kundi ikki annað enn vera samdur við henni!
Høllin í Skúlanum við Ósánna er eisini góð til konsertir, hugnalig og klangmessiga framúr.
Og hølin var eisini at kall fullsett.
Tekstur og mynd: Dávur Winther