Í samband við at 17 Sangarar fara til Íslands um vikuskifti, verður tónleikakafé við konsert í skúlanum við Ósánna. Tónleikakaféin og konsertin verður hóskvøldið kl. 19.30. Atgongumerki fáast við dyrnar: kostnaður 80 krónur
Á skránni verða framførdir íslendskir og føroyskir sangir. Har verður eisini solosangur, duett- og triosangur
Í Reykjavík verður konsert leygarkvøldið kl. 20 í Langholtskirkjuni. Umframt hesar sangir, sum verða framførdir í Ósáskúlanum, kemur Jógvan Hansen at verða við í Langholtkirkjuni í Reykjavík har og eitt samarbeiði verður millum hann, 17 Sangarar og Pætur við Keldu, sum hevur fylgisspælið hjá 17 Sangarum.
Íslendsku løgini hjá 17 Sangarum eru eftir Sigfús Halldórssyni, sum í ár hevði verðið 90 ár, um hann var á lívi. Føroysku løgini eigur Jógvan við Keldu.