Jógva Hansen heldur, at konsertin var sera væl eydnað. Á Facebook takkar hann fyri góða og hugnaliga løtu saman við 17 Sangarum í Langholts kirkju í gjárkvøldið. Sum søgur siga frá, so var henda vakra og rúmliga kirkjan fullsett í gjárkvøldið, har 17 Sagarar sungu - eisini saman við Jógvan Hansen og har Pætur við Keldu saman við øðrun tónleikarum úr Íslandi spældu saman við.
Jón Stefánsson er organistur í kirkjuni og hevur skapt eitt ríkt kór- og tónleikalív kring Langholtskirkju.
Jón Stefánsson er væl kendur í Føroyum og hevur verið í Føroyum nakrar ferðir í sambandi við kórstevnur her. Av somu grund hava fleiri kór úr Føroyum eisini vitjað Langholtskirkju í Reykjavík, har 17 Sangarar høvdu eina sera væl eydnaða konsert í gjárkvøldið.
Jógvan Hansen, sum sang við til konsertina skrivar:
Hæ hæ öllsömul
Takk kærlega fyrir komuna í gær.
Það var virkelega gaman að sjá svona marga koma á tónleikana og eg vona að þið öll hafið skemmt ykkur vel.
Takk enn og aftur fyrir komuna.
Kær kveðja
Jógvan
---
Skrivað hevur Dávur Winther