Leygardagin verður jólakonsertin hjá 17 Sangarum. Í ár fara børn úr triðja flokki at syngja onkrar sangir saman við 17 Sangarum. Strúkarar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla fara at spæla Christmas Joy, sum er ein sirpa av jólaløgum. Eisini fer orkestur at spæla okkurt jólalag saman við børnum og 17 Sangarum. Tað, sum kemur inn í ár, fer óskert til “Í menniskjum góður tokki” og “ABC-barnahjálpina”.
Jólakonsert við 17 Sangarum
Skúlin við Ósánna
Leygardagin 8/12 kl. 15.30