Náttina til sunnudagin varð ein 17 ára gomul genta tikin í Leirvík. Hon hevði tikið ein bil og var farin at koyra. Onki koyrikort hevði hon, og afturat tí, verður hon eisini ákærd fyri at koyra við kenning.
Dj-show var á Kambsdali leygarkvøldið, og politiið í Runavík fekk fráboðan um okkurt smávegis herverk. Eitt bilspegl varð brotið, men politiið fann útav, hvør hevði brotið tað, so viðkomandi sleppur at gjalda fyri speglið.
Kanna fiskireiðskap
Teir, sum fiska laks í Skálabotni og í Funningi, skulu ikki halda, at teir kunnu brúka tann reiðskapin teir hava hug til.
Politiið í Runavík er nevniliga farið undir at kanna reiðskapin hjá hesum fiskarunum, tí hvørt ár, so fær politiið boð um, at ólógligur reiðskapur verður nýttur.
? Vit frætta ofta, at fiskararnir brúka krøkjarar og pilkar ístaðin fyri húk, og hetta er ikki loyv. Tað skal verða reiðskapur, sum fiskurin kann gloypa, tí annars kunnu teir bara rykkja ígjøgnum torvuna av fiskinum, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík.
Hann leggur afturat, at teir hava tó ongan ólógligan reiðskap funnið enn, og síðani politiið er byrjað at hava uppsýn við hesum, er mestsum allur tann ólógligi reiðskapurin horvin.
Politiið plagar at koyra framvið upp til eini tríggjar ferðir um dagin, og tá verður steðgað á og hugt eina løtu.
Umframt at hava kannað fiskireiðskap, so hevur politiið eisini gjørt nakrar paragraff 13 kanningar. 45 bilar vórðu kannaðir og alt var í lagi.