17 ára gamal tikin í bil

Í nátt steðgaði løgreglan í Havn einum bili, sum tey fingu gott eyga á.

Tað vísti seg, at bilførarin hevði onki koyrikort.

Tað var tað ein góð orsøk til, tí tá ið málið varð kannað, vísti tað seg, at hann var bara 17 ára gamalur og hevði sostatt ikki aldur til at koyra bil.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni, burtur sæð teimum vanligu kvalunum, ið eru av fullum fólki, sum ikki duga sær hógv.

Ein maður hevur sovið á løgreglustøðini í Havn í nátt. Tað var eisini ein fullur maður, sum ikki dugdi sær hógv.

Løgreglan var eftir honum eina ferðina, men stutt eftir varð hon boðsend einaferð afturat eftir sama manni.

Tá hevði hann brotið ein rút og tá var tolið uppi, so hann varð tikin inn á støðina at sova.

Hann verður so eisini ákærdur fyri herverk og sleppur neyvan undan at gjalda rokningina fyri skaðan.