17 ára gamal úrmælingur

Dávur Birgisson hevur enn ikki aldur til at taka koyrikort til bil. Men í tónleikinum eru eingi aldursmørk, og longu nú stendur greitt, at hann byrjar á tónleikakonserveratoriunum í Keypmannahavn eftir summarfrítíðina

Mána- og mikudagin komandi hevur Dávur fyri fyrstu ferð solokonsert við guitarspæli sínum. Tá hevur 17 ára gamli hoyvíkingurin klassiskar guitarkonsertir í ávikavist Tjørnuvíkar Kirkju og í Listasavninum í Havn.

Men eingin ivi man vera um, at hetta verður so langt ífrá seinasti møguleikin, sum vit fáa at hoyra framúr evni hansara við guitarinum. Um nakað, so er hetta ein møguleiki at hoyra ein óslípaðan gimstein, sum komandi árini skal menna talentið á fremsta lærustovninum í ríkinum.


Klangurin fangaði

- Tónleikur og sangur hava altíð rúgvað nógv heima hjá okkum. Guitarin hjá pápa er ofta frammi, og tí var tað ikki av leið, tá eg sum 10 ára gamal kom inn á musikskúlan í Havn, sigur Dávur.

- Fram til tá hevði talan tó mest verið um akkordir til felagssang, men á musikskúlanum fekk eg veruliga áhuga fyri klassiska guitarspælinum.

Hvat var tað, sum gjørdi hetta so serligt?

- Tað er kanska trupult at seta orð á, júst hvat tað var. Men klangurin í hesum guitarspælinum er heilt serligur, og tað fangaði meg av álvara, haldi eg. Eisini kanst tú við einum guitar imitera at kalla øll onnur instrumentir, og tí kanst tú næstan framføra eina orkestur-konsert – bara við guitarinum.


Útbúgving var málið

Og síðani hevur tað at kalla bert gingið ein veg. Áhugin hjá Dáva fyri guitarspælinum er ongan tíð kólnaður, og framstig á tónleikaleiðini eru alla tíðina gjørd. Eisini av tí meira formliga slagnum, tí umvegis musikskúlan hevur hann tikið sonevndu Associated Board próvtøkurnar. Hetta eru próvtøkur, sum verða tiknar umvegis enskan skúla, og við hesum hevur næmingurin pappír upp á sítt hegni og sína vitan inn tónleikin.

Associated Board er tó ein meira grundleggjandi góðskutrygging innan tónleikin. Sambært Wikipedia eru á leið 650.000 næmingar í 93 ymsum londum, sum taka próvtøkuna á hvørjum ári, og tí er tað at kalla sjálvsagt, at diplom av hesum slag ikki av sjálvum sær gera tónleikaran til úrmæling.

Men Dávur hevur nú heldur ikki steðgað á við enska próvnum.

Í fleiri ár hevur dreymurin verið ein yrkisútbúgving á tónleikakonservatoriunum í Keypmannahavn, og nú er eisini greitt, at hetta verður veruleiki.

- Eg havi fyrireikað meg til hetta hampuliga leingi, og í januar skuldi eg so til upptøkuroynd. Áður hevði eg sjálvandi spælt fyri áhoyrarum, men tað er als ikki tað sama, sum tá tú situr til slíka roynd. Hetta eru jú yrkistónleikarar, sum meta um hvønn smálut í tí, sum verður spælt. Tí eru nervar sjálvandi eisini partur av spælinum, men eg haldi ikki, at hetta var nakað, sum ávirkaði meg skeiva vegin. Í øllum førum varð úrslitið, at eg varð upptikin til skúlan, og tað eri eg sjálvandi fegin um.


Vil liva av tónleikinum

Tá útbúgvingarkósin er sett, sum hon er í hesum førinum, so er tað sjálvandi innan tónleikin og guitarspælið, at Dávur hevur hug at virka.

- Tað er tað sjálvandi, men næstu árini verður tað fyrst og fremst útbúgvingin, sum verður á skránni. Vónin er, at eg kann taka bæði bachelor og kandidat-partin næstu fimm árini, áðrenn enn ein yvirbygningurin kann takst. Tá hevur tú veruliga prógv um, at tú ert nóg góður sum yrkistónleikari, og vónandi kann hetta gera, at eg við tíðini kann liva av at spæla tónleik.

- Í øllum er hetta dreymurin, men samstundis vita vit jú øll, at pengar aloftast skulu til, um tú skalt liva, so tað er helst eingin ivi um, at eg eisini fari at royna meg sum tónleikalærari til ta tíð, sigur Dávur.

Alt hetta liggur tó enn nøkur ár frammi í tíðini. Her og nú ætlar Dávur sær at siga Føroyum fyribils farvæl, og tað ger hann altso við tveimum konsertum nú mána- og mikudagin.

Konsertirnar eru á leið trý korter langar, og tónleikurin, sum verður spældur hesaferð, er skrivaður av Mauro Giuliani, J.S Bach, Fernando Sor, Antonio Lauro, Luys de Narváez og Villa Lobos. Av sonnum stór nøvn innan tónlistina, men tó ikki nakað, sum kann ræða ráa gimsteinin, sum tykist búgva í Dáva.