17 leikarar halda fram á Argjum

Fyrst kunngjørdi felagið, at Rógvi Poulsen verður at síggja Argjum komandi kappingarár, og nú hava 17 leikarar frá í fjør valt at leingja sáttmálan við AB

Á Argjum fyrireika tey seg til triðju royndina í bestu deildini. Fyrsta royndin endaði við niður­flyting árið eftir, meðan seinna royndin gekk eitt betri. Tá endaði liðið nummar seks fyrsta árið, men flutti so aftur niður. Nú er ætlanin, at felagið skal vinna sær fast pláss mill­um tíggju tey bestu liðini í land­inum.
AB hevur í hesum sam­bandi millum annað tryggjar sær Rógva Poulsen komandi kapp­ingarár. Rógvi er uppvaksin í AB, men hevur seinnu árini spælt við HB tá hann hevur verið í Føroyum.
Nevndin í AB hevur fleiri ferðir víst á, at felagið nú skal til at brúka leikarar, sum eru uppvaksnir í felagnum. AB hevur fyrr brent seg av at hava keypt ov dýrt inn til fyrsta liðið.

17 leingja
Argja Bóltfelag hevur tí longt sáttmálan við 17 av leikar­unum, sum vóru á lið í farna kapp­ingarári.
Teir eru Áki Dahl, Beinir Ellefsen, Bjartur Kjærbo, Dan Petersen, Gert Drangastein, Heðin Stenberg, Hørður Mohr, Jobin Drangastein, Jónas Stenberg, Karstin Højgaard, Leivur Holm Joensen, Martin Midjord, Mikkjal T. Hentze, Morten Overgaard, Nikolaj Eriksen, Teitur Jóannesarson og Teitur Olsen.
Felags fyri allar er, at teir vóru við at vinna uppflyting til Effo-deildina og allir hava skrivað sáttmála fyri tvey ár.
– Vit eru sera fegnir um, at allir hesir hava gjørt 2 ára sátt­mála við AB. Hetta er ein sera ungur og evnaríkur hópur. Vit hava eisini fleiri yngri góðar spæl­arar, sum eru á veg fram. AB hevur, um vit duga at bera okk­um rætt at, ein bjarta fram­tíð, sigur Sjúrður Olsen, for­maður í FC Argjum við ab.fo.

Fleiri á veg
Sambært formanninum, so verða fleiri sáttmálar skrivaðir í kom­andi framtíð.
– Enn mangla nakrir fáir afturat at skriva sáttmála, men tað verður í næstu framtíð, sigur Sjúrður Olsen í stuttari við­merking við heimasíðuna hjá AB.
Tað hevur leingi ljóðað, at Sorin Anghel og Fróða Benjaminsen vóru á veg til AB. Fróði Benjaminsen hevur gjørt nýggjan sáttmála við HB, sum inni­ber, at hann somuleiðis verður hjálparvenjari í felag­num. Landsliðskempan vátt­aði á tíðindafundinum hjá HB, at tað ikki var einki um leysa­søgur­nar.
Sorin Anghel ljóðaði sum ein maður, sum hevði spælt sín seinasta dyst fyri EB/Streym, tá teir vunnu FM heitið á heima­vølli móti NSÍ. Tað tykist fyri vist, at framtíðin hjá honum ligg­ur á Argjum, men endaliga skift­ið er ikki komið upp á pláss enn.