17 fótbóltsleikarar á venjaraskeiði

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri sonevndum R-venjaraskeiði

Seinastu tvey vikuskiftini hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri R-venjaraskeiði, ið er ein samanrenning av B1, B2 og B3-venjaraskeiðunum.

 

Tilsamans tekur skeiðið 70 tímar, og luttakararnir hava nú møguleikan at fara undir B4-skeiðið og síðani fara til próvtøku í B-venjaraútbúgvingini.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum at siga.

 

Í alt vóru 13 luttakarar á R-venjaraskeiðnum, og fýra luttakarar, ið tóku B3-venjaraskeiðið. Fyrr í ár var ætlanin at skipa fyri B3-venjaraskeiði, men vegna væntandi undirtøku varð skeiðið avlýst. Tí fingu luttakararnir, ið høvdu meldað seg til B3, møguleikan at taka B3-skeiðið hesaferð, sum var partur av R-venjaraskeiðnum.


Endamálið við R-skeiðnum er at geva royndum leikarum ein serstakan møguleika at fara undir venjaraútbúgvingina.

 

Við støði í B1, B2 og B3-venjaraskeiðunum, og drúgvu royndunum, ið leikararnir hava, fáa luttakararnir ástøðiligar og praktiskar førleikar, ið ger, at teir kunnu virka sum barna- og ungdómsvenjarar í feløgunum. 


- Vit vóna, at leikararnir verða eggjaðir til framhaldandi venjaraútbúgving, sum ger, at teir seinni kunnu virka sum elituvenjarar, sigur Fótbóltssambandið.

 

Instruktørar á R-skeiðnum vóru Petur Simonsen, Bjrøn Krogh, Jógvan Martin Olsen, Jens Martin Knudsen og Álvur Hansen.