17 færri smittutilburðir við koronu í gjár

65 tilburðir vóru av koronu í gjár

Í gjár vóru 65 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tað merkir, at smittuprosentið liggur niðri á 1,87 – tað skal helst vera niðan fyri 1,5, men hava verið væl hægri seinastu dagarnar.

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

3.483 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 469 smittað og trý eru innløgd við koronu í Føroyum.