Aftur í ár fara fleiri føroyskar fyritøkur at luttaka á stóru fiskivinnuframýningini, European Seafood Exposition, sum verður í Brússel í døgunum 27. til 29. apríl. Hetta er ein afturvendandi framsýning, har seljarar og keyparar úr umleið 140 londum hittast. Einar 1600 fyritøkur fara at sýna fram sínar vørur á framsýningini.
Úr Føroyum fara 17 fyritøkur at hitta samstarvspartar og viðskiftafólk, og semja er millum føroyskar útbjóðarar um, at henda stevnan hevur stóran týdning fyri okkara útflutningsvinnu.
Í sambandi við European Seafood Expositionskipar Sendistova Føroya í Brússel fyri vitjan í Evropeisku kommissiónini, og henda vitjan verður hósdagin 29. apríl.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum verður sagt, at føroysku luttakararnir fáa kunnleika um evropeisku stovnarnar og um arbeiðsháttin hjá teimum við serligum atliti til fiskivinnupolitikkin.
Føroyska Sendistovan í Brússel bjóðar luttakarum úr Føroyum við til vitjanina í Evropeisku kommisiónini.









