17 ára gomul og miljóningur

- Nú fari eg at hugsa meg væl um, hvat eg fari at gera við pengarnar, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim.

- Eg haldi, at eg var tann mest róliga her inni, tá gekkahjólið steðgaði á miljónini, og tað var greitt, at vinningurin var mín.

 

Tað sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim, tá in.fo spyr hana, hvussu tað kendist at vinna ein so stóran vinning.

 

- Mamma mín Leila var fjarritari, tí eg eri so smæðin. Eg haldi, at øll hini, sum inni vóru, leikaðu meira í enn eg. Eg eri rólig av lyndi, og tað var eg eisini í kvøld.

 

Astrid dylur tó ikki yvir, at hon er serstakliga glað í kvøld.

 

- Jú, eg eri mega glað, og eg eri eisini ógvuliga glað um, at eg nú kann rinda onkra rokning, sum liggur. Hvat eg annars fari at brúka pengarnar til, veit eg slett ikki í løtuni. Eg fari at hugsa meg væl um, áðrenn nøkur støða verður tikin til tað.

 

Eitt er Astrid tó sannførd um. Tá hon fyllir 18 ár hin 24. juni næsta ár, skal hon hava koyrikort til bil.

 

- Men, um eg fari at keypa mær ein nýggjan bil - nei, tað er slett ikki sikkurt, leggur hon aftrat.

 

Astrid sigur, at hon ætlar sær ein túr niður til Liverpool at vitja 26 ára gomlu fostursytir sína, sum lesur har niðri.

 

- Annars ætli eg mær at taka tað púra róligt og síggja tíðina ann, sum hon tekur til.

 

Astrid misti pápa sín Eirik Reynheim í januar í ár, tá hann eftir minni enn einum ári doyði av krabbameini.

 

in.fo hitti eisini mammu Astrid, Leilu Reynheim, sum var fjarritari og sum sannliga eisini er fegin um, at dóttirin í kvøld vann eina heila miljón.

 

- Tað hevur verið tungt hjá okkum, síðan maður mín doyði. Vit áttu fýra børn saman og eina fosturdóttir. Astrid er næst yngst, og í kvøld vóru vit í Sørvági og vitjaðu elstu dóttir mína, Barbaru Reynheim Mouritsen, sum er gift og býr í Sørvági, sigur Leila Reynheim við in.fo í kvøld.

 

Tað er Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum er vinstru megin á myndini.