17 ára gamal viðgongur at hava dripið

Men enn veit eingin hví.

Men enn veit eingin hví.

 

Mamma ein av teimum dripnu næmingunum í Texas sigur, at dóttir hennara avvísti mistonkta illgerðarmannin stutt fyri skúladrápini.

 

Tann 17 ára gamli Dimitros Pagourtzis hevur viðgingið at standa aftan fyri blóðuga skúlaskottilburðin.

 

Tað stendur í eini fráboðan hjá løgregluni.

 

– Hann viðgekk at hava skotið fleiri persónar á Santa Fe High School við tí endamáli at drepa persónarnar, stendur í frágreiðingini hjá løgergluni.

 

Har stendur eisini, at tann 17 ára gamli drongur goymdi eina høglbyrsu og eitt hondvápn undir einum frakka, áðrenn hann fór at skjóta á skúlanum fríggjamorgunin.

 

Løgreglan hevur enn einki motiv funnið fyri skottilburðin.

 

Mamma eitt av ofrunum heldur tó, at tað kann hava nakað við áhugan hjá tí 17 ára gamla fyri dóttir hennara at gera.

 

Stutt fyri skottilburðin hevði dóttir hennara avvíst Pagouritz, sum hevði hug á henni. Hon gjørdi honum greitt, at hon als ikki hevði áhuga í honum.

 

– Hann gjørdist alt meira ágangandi. Tá gjørdi hon honum tað púra greitt, at hon ongan áhuga hevði, og hann gjørdist snópin, sigur mamman, Sadie Rodriguez.

 

Ein av sakførarunum hjá Pagourtzis hevur sagt, at hann ikki hevur hoyrt um, at Pagouritz skal hava havt samband við nakað av offrunum.

 

– Tað er nýtt fyri mær, sigur Nicholas Poehl, advokatur, sum samstundis leggur dent á, at hann hevur havt úr at gera við at avvísa fleiri ymisk følsk leysatíðindi, sum hava gingið um fortíðina hjá Pagourtzis.

 

Familjan hjá Pagourtzis segði í gjár, at tey ikki vita, hvat hevur fingið dreingin til at gera hesa illgerðina. Familjan er »syrgin og skakað« og eins skelkað og øll onnur, stendur í eini fráboðan.

 

– Vit eru enn óviss um, hvat hendi í sorgarleikinum, men tað vit hava hoyrt í miðlunum passar ikki saman við tí dreinginum, vit elska, stendur í fráboðanini.

 

Sambært Greg Abbott, guvernøri í Texas, hevði Pagourtzis ætlanir um at beina fyri sær eftir skottilburðin. Hann skal hava sagt løgregluni, at »hann hevði ikki dirvið til at gera sjálvmorð«.

 

Tíggju fólk doyði í skottilburðinum – níggju næmingar og ein lærari.

 

/ritzau/AP