Tá ið løgreglan í nátt skuldi hjálpa einum fullum manni í Havn, hevði ein ungur maður hug at blanda seg upp í arbeiðið hjá løgregluni.
Tann 17 ára gamli vildi ikki akta løgregluna og sýndi óhøviskan atburð móti løgreglumonnunum. Hann varð tí skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar, og tá ið hann er undir 18 ár, fáa foreldrini eisini boð um hendingina.
Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at tað kemur javnan fyri, at fólk órógva løgreglufólk, sum eru til arbeiðis í náttarlívinum.