17-9 til høvðusstaðin móti restini av Føroyum á ólavsøku

Tað sigur uppteljingin eftir tíggju ár við landskappingardystum á ólavsøku

Tað eru tíggju ár síðani, at leisturin bleiv broyttur soleiðis at feløgini í Tórshavnar kommunu spæla landskappingardystir á ólavsøku. Her er talan um HB, B36 og AB, sum tó okkurt árið ikki hevur verið í bestu deildini. Teir dystirnir telja ikki við í hesum førinum.

Tað gekk illa at byrja við, tí B71 tók øll á bóli í 2010 og vann 2-1 á HB, sum bæði var FM vinnari tá, og seinni vann FM annað árið á rað. Somuleiðis tapti B36 móti Víkingi tað árið. Síðani hava feløgini í høvðusstaðnum vunnið 17 av teimum seinastu 24 ólavsøkusteypunum.

Í ár verða tríggir ólavsøkudystir. Í kvøld tekur AB móti ÍF á Argjum. Ólavsøkuaftan, týsdagin 28. juli, tekur HB móti aldursforsetanum úr TB. Ólavsøkudag, mikudagin 29. juli, klokkan 16 tekur B36 móti Víkingi. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum.

Tíggju ár við ólavsøkudystum í landskappingini:

2010:

HB-B71 1-2

B36-Víkingur 1-3

2011:

B36-07 Vestur 1-0

HB-NSÍ 0-0*

HB vinnur brotssparkskappingina

2012:

B36-TB 4-1

HB-NSÍ 5-1

2013:

AB-EB/Streymur 3-1

B36-ÍF 1-2

HB-NSÍ 3-2

2014:

AB-EB/Streymur 2-2*

AB vinnur brotssparkskappingina

HB-B68 6-0

B36-KÍ 2-1

2015:

AB-NSÍ 1-2

B36-ÍF 4-0

HB-FC Suðuroy 0-0*

HB vinnur brotssparkskappingina

2016:

AB-NSÍ 1-2

HB-ÍF 1-0

B36-Víkingur 0-2

2017:

B36-07 Vestur 2-0

HB-KÍ 2-1

2018:

AB-FCS/TB/Royn 0-4

HB-NSÍ 0-2

2019:

AB-EB/Streymur 1-1*

EB/Streymur vinnur brotssparkskappingina

HB-TB 3-0

B36-Víkingur 2-1

Samanlag:

Tórshavn – Restin av Føroyum: 17-9

##med2##

Betri deildin menn 13. umfar:

Mánadagin 27. juli

NSÍ-KÍ (18.30) Beinleiðis á FM1

Skála-EB/Streymur (19.00)

AB-ÍF (19.00) Beinleiðis á FM1

Týsdagin 28. juli

HB-TB (18.00) Beinleiðis á FM1

Mikudagin 29. juli

B36-Víkingur (16.00) Beinleiðis á FM1

.HB132234
2.NSÍ132232
3.131729
4.B36132228
5.Víkingur12520
6.ÍF12-519
7.EB/Streymur12-167
8.TB12-96
9.AB13-274
10.Skála13-311