17.200 kr. higartil

Skálavík: Eftir ógvusliga brimið á havnarlagið og onnur støð í bygdini, hava fólk havt møguleika at stuðla Skálavíkar kommunu í at umvæla og endurbyggja skaðan.

Ein konto í Eik er sett á stovn, har fólk kunnu hjálpa teimum í hesum, og í morgun vóru altso komnar 17.200 krónur inn. 

Stigtakarin, John S. Myllhamar í Sandavági upplýsir, at gávurnar eru millum 100 og 5000 krónur stórar.