17.000 pund á 45 stampum

Skiparin á Brandi hevur ikki verið við til at fingið so nógvan fisk á stapin í mong Harrans ár.

Útróðrarbáturin Brandur hevur í dag gjørt ein rættiligan roktúr. Seinnapartin í dag hitti Olivur Joensen skiparan, Janus Sørensen, sum júst tá stóð við kranan í Norðdepli og fekk fiskin í land.

 

Við heimasíðuna hjá Norðlýsinum sigur skiparin, at teir hava gjørt ein sera góðan dag í dag og hava helst eini 17.000 pund á 45 stampum, sum má sigast at vera rættilig rokveiða.

 

- Alt er góður fiskur, umleið helvt um helvt toskur og hýsa. Hetta er besti túrur, eg havi gjørt í mong ár. Onkuntíð hava vit fingið eini 12.000 og 13.000 pund, sigur skiparin, Janus Sørensen.

 

Hann heldur ikki, at hann hevur verið við til at fingið 17.000 pund á 45 stampum í mong Harrans ár. Tríggir mans eru við Brandi, og teir hava gjørt fleiri góðar túrar higartil í heyst.