Í Ný Sælandi eru 126 grindahvalir deyðir, eftir at teir gjørdu landgongd av sínum eintingum. Nýsælendsku fjølmiðlarnir skriva, at 105 hvalir vórðu funnir á einari strond á Farewell Split har norðuri á South Island. Tá fólk komu á staðið, vóru 39 av hvalunum framvegis á lívi, men tá tað ikki bar til at bjarga teimum, vórðu teir skotnir.
Í Colville Bay á North Island gjørdu 63 grindahvalir landgongd. Tað eydnaðist at fáa 42 teirra útaftur á lívi, men hinir 21 doyðu, skriva nýsælendsku fjølmiðlarnir.










