165.000 krónur í bót tilsamans

Tey fimm umboðini fyri Sea Shepherd, ið vóru handtikin í Sandavági, kunnu vænta sær bøtur millum 25.000 og 60.000 krónur hvør.

Málið móti teimum fimm limunum hjá Sea Shepherd, sum vóru handtikin í Sandavági, var fyri í Føroya Rætti í gjár.

 

Tey fimm eru ákærd fyri brot á grindalógina í samband við grindadrápið í Sandavági 12. august. 

 

Trý teirra lupu út í móti grindini, meðan hini bæði vóru steðgaði, áðrenn tey náddu sjóvarmálan.

 

Tann eini av teimum ákærdu, varð eisini handtikin í Fuglafirði 24. august, har hon royndi at órógva arbeiðið hjá Náttúrugripasavninum at merkja hvalirnar.

 

Sum vanligt, so noktaðu umboðini fyri Sea Shepherd seg seg, og høvdu onga viðmerking, annað enn at tey ikki viðurkendu grindalógina, sum tey meta er í andsøgn við altjóða lóg og danska lóg, og tí ikki kann vera galdandi í Føroyum.

 

Rættarmálið í gjár snúði seg í stóran mun um at greiða frá, hvussu hesi fimm vóru handtikin og hvat tey høvdu gjørt.

 

Linda Hesselberg, ákæri, bað dómaran um at døma tey bøtur upp á 60.000 krónur, 30.000 krónur og 25.000 krónur, alt eftir hvat tey høvdu gjørt.

 

Harðasta revsingin, 60.000 krónur, var til eina 24 ára gamla amerikanska kvinnu, sum eisini varð handtikin í Fuglafirði. Hon varð ákærd fyri bæði lógarbrotini í rættinum í gjár. Umframt at vera handtikin tvær ferðir, greiddu vitni frá, at hon í Sandavági fleiri ferðir royndi, at renna út í vatnið.

 

Hon var tann fyrsta, ið var handtikin og sett undir varðhald, men lítla løtu seinni reisti hon seg og rann frá løgregluni, aftur oman ímóti hvalunum og vatninum. Hon varð tó skjótt steðgað og førd aftur til hini, fýra, sum tá eisini vóru handtikin.

 

Linda Hesselberg, ákæri, gjørdi greitt, at tað er eitt álvarsamt lógarbrot, at soleiðis renna avstað, eftir ein er handtikin. Hon greiddi frá, at vanliga gevur tað 30 daga fongsulsrevsin, men at hon ikki fór at krevja tað av dómaranum í hesum førinum, av tí at hon metti, at unga kvinnan ikki ætlaði sær at flýggja frá løgregluni, men hevði kós móti vatninum aftur, móti hvalunum, og at hon í veruleikanum ongan møguleika hevði at flýggja frá løgregluni. Tó so, hóast hon ikki varð ákærd eftir revsilógini fyri hetta, so metti ákærin, at hetta skuldi fáa herðandi ávirkan á dóm hennara.

 

Linda Hesselberg bað eisini um harðari revsing til ein 36 ára gamlan hollendara. Orsøkin til hetta varð, at meðan hvalirnir enn vóru langt úti, tá hini fýra royndu at koma út í vatnið, so náddi hollendarin nógv tættari at hvalunum. So meðan hini fýra vóru ákærd fyri at órógva grindadrápið, vildi Linda Hesselberg hava hollendaran dømdan fyri at hava roynt beinleiðis at forða grindadrápinum.

- Hini fýra høvdu ikki havt møguleika at ávirka sjálvan grindaraksturin, men hesin maðurin kom so nær hvalunum, at ikki hevði verið óhugsandi, at hvalirnir høvdu vent, um ikki fólk lupu út og fingu mannin burtur.

 

Hini trý, ein 21 ára gamal skoti, ein 34 ára gomul italsk kvinna og ein 27 ára gamal týskari, vóru øll kravd eina bót á 25.000 krónur.

 

Dómur fellur mikudagin.