160 tónleikarar framførdu Ferðina

Leygarkvøldið varð tónleikaverkið Ferðin eftir sandoyingin Sunleif Rasmussen framført í Norðurlandahúsinum. Ikki færri enn 160 fólk vórðu við í framførsluni

 

Samskipari av tiltakinum var Urd Johannesen, og hon var ógvuliga væl nøgd við framførsluna sum heild.

? Eg haldi, at framførslan eydnaðist ómetaliga væl, bæði hvat tí tónlistarliga viðvíkur og tí praktiska, sigur Urd.

Hon vísir á, at tónleikararnir vandu fyrstu ferð saman hóskvøldið, og tilsamans varð vant tríggjar ferðir áðrenn konsertina. Framførslan var tó ikki merkt stórvegis av, at tónleikararnir ikki høvdu vant serliga nógv saman.

Verkið Ferðin er spennandi og fjølbroytt. Tað rúmar nógv ymisk hugløg, og áhoyrararnir vóru sum heild tiknir við á Ferð við Sunleivi Rasmussen. Teksturin var tikin úr einum brævi, ið Jørgen-Frantz sendi Williami Heinesen, tá Jørgen-Frantz var 21 ára gamal.

Nógv fólk varð komið aðrastaðni frá til konsertina. Úr Danmark vóru 21 tónleikarar komnir, og teir spældu saman við Føroya Symfoniorkestri. Dirigenturin var íslendari og nakrir íslendskir tónleikarar vóru eisini við í framførsluni.

Kórið var samansett av Havnakórinum og einum íslendskum kóri. Tilsamans vóru eini 160 fólk á pallinum. Áðrenn Ferðin varð framførd, spældi Symfoniorkestrið 9. symfoni hjá Dvorak.

Sunleif Rasmussen er longu farin av landinum aftur. Hann er farin til Paris, har eitt av hansara verkum skal framførast.