Hetta næsta árið fer Tórshavnar býráð at útvega eini 150 nýggj grundstykki í kommununi. Tað staðfestir Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð. Hann sigur, at talan er fyrst og fremst um grundstykki í Havn, men talan er eisini um grundstykki í Kollafirði, har eingin útstykking hevur verið í at kalla eitt mannaminni.
Tróndur Sigurðsson sigur, at í einari útstykking, sum verður á Kongavarða á Argjum, eru eini 80 grundstykki. Tey verða 400 fermetrar hvør og tey verða tøk um eitt ár. - Undir Kongavarða er eitt heilt serstakt umhvørvi og eitt, sum eg farið at miða eftir at fáa sum eitt krav í hesari útstykkingini, er, at øll skulu hava eitt gott útsýni, tí tað liggur so væl fyri, sigur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini. Afturat tí verða 32 randarhús á Kongavarða. Annars verður pláss fyri 16 tvíhúsum á Karlamagnusarbreyt.
Annars eru 24 grundstykki akkurát seld Oman Gil og harafturat eru tíggju grundstykki í Kollafyri næstan klár at selja. Tróndur Sigurðsson sigur, at tá ið hesi grundstykkini eru klár, er ætlanin at útvega enn fleiri grundstykki ymsastaðni í kommununi, eitt nú á Argjum, í Hoyvík, men tað verður eisini neyðugt at útvega grundstykki í teimum ymsu bygdunum í kommununi. - Ein kommuna, sum er so stór sum Tórshavnar Kommuna, eigur altíð at hava grundstykki tøk, sigur hann. - At hava nóg mikið av grundstykkjum er fyrsta fortreyt fyri at skapa fólkavøkstur, leggur hann afturat.
Tróndur sigurðsson staðfestir, at hann nú fer at reisa tað sum eitt mál í býráðnum at broyta reglarnar, so at øll, sum vilja, kunnu seta seg á bíðilistan. - Sum støðan er nú, kunnu tey, sum eiga hús, ikki vera á bíðilistar. Tað forðar teimum eldru, sum vilja selja síni hús og útvega sær eini minni hús, at fáa grundstykki frá kommununi og tað er burturvið.
Les eisini: Hetta líkist ongum
Tað er eisini burturvið, at tey, sum fara uttanlands at lesa, verða sett í karantenu á bíðilistanum, men tað vera tey nú. - Tí skal bíðilistin broytast, so at tey, sum vilja kunnu vera á bíðilista, tí eg eri sannførdur um, at tað fer at seta størri ferð á húsamarknaðin, leggur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini afturat.
|