Síðani januar í 2014 hava fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton og kona hansara, Hillary Clinton, forvunnið meira enn 25 milliónir dollarar fyri at halda umleið 100 talur.
Tað skrivar The Wall Street Journal.
Fleiri amerikanskir miðlar halda seg vita, at Bill Clinton vanliga krevur 1,6 milliónir krónur fyri at fara á talarastólin fyri at halda røðu.
Bill Clinton sigur við NBC News, at hann ætlar sær at halda fram við at taka pengar fyri røður.
- Eg eri noyddur at gjalda okkara rokningar, og fólki dámar at hoyra meg røða, sigur Bill Clinton.