Tað gongur framá at bora seinastu metrarnar í Sandoyartunlinum, og nú eru bert 160 metrar eftir, til seinasta skotið í tunlinum verður latið av.
Síðan arbeiðið byrjaði aftur eftir jólafrítíðina, eru tilsamans 35 metrar boraðir frá Gomlurætt.
- Boraðir eru nú 10.625 metrar av teimum tilsamans 10.785 metrunum, sum tunnilin verður langur.
Tað merkir, siga tey á Facebook-vanganum hjá Sandoyartunlinum í dag, at nú eru bert 160 metrar eftir, til tunnilin verður skotin ígjøgnum.
Í síðstu viku fingu arbeiðsmenninir í tunnilsbyggingini lagkøku, tí nú eru fleiri enn 5000 metrar boraðir frá Gomlurætt.
Tað er ein tíð síðan, at teir góvust at bora sandoyarmegin, og næstu vikurnar verða so teir seinastu metrarnir boraðir frá Gomlurætt.
Vit kunnu leggja aftrat, at hin 29. november var seinasta dagføringin, har borað varð í báðum endum í Sandoyartunlinum.
Síðan teir góvust at bora sandoyarmegin, hava verið fýra dagføringar:
76 metrar (6. desember 2021), 53 metrar (12. desember 2021), 74 metrar (21. desember 2021) og 35 metrar (10. januar 2022).
Býta vit hesi metratøl við fýra, liggur miðaltalið av boraðum metrum um vikuna á 60.
Tað merkir, at verður gongdin hin sama, sum hon hevur verið hesar seinastu vikurnar, verður seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið av um hálva triðju viku ella so.











