– Vit hava umleið 160 undirskriftir, sum mótmæla niðurtøku. Umleið 100, sum hava skrivað undir á pappír, og umleið 60, sum hava skrivað undir talgilt. Vit vilja heldur, at húsið verður nýtt til okkurt. Eitt ungdómshús er eitt gott boð, sigur Anfinn Gærdum, bygdaráðslimur.
Undirskriftirnar vórðu handaðar beint áðrenn bygdaráðsfundur skuldi vera í gjárkvøldið.
Av tí at undirskriftirnar komu inn beint áðrenn fundurin skuldu byrja, endaði tað við, at málið varð tikið av skrá, og kemur fyri aftur fyrr enn á næsta fundi, sum verður 31. august.
Tað eru tríggir av bygdaráðslimunum, ið standa aftanfyri undirskriftainnsavnanini. Umframt Anfinn Gærdum, eru tað Lisa Fredriksberg og Steingrím J. Jacobsen.
– Um undirskriftirnar ikki vóru savnaðar inn, so hevði helst verið meiriluti fyri í bygdaráðnum, at húsið varð niðurrivið, og so var málið yvirstaðið. Men nú verður tað kannað nærri til næsta fund, sigur Annfinn Gærdum.
Borgarstjórin, Artur Johansen, sigur, at nú verður málið kannað nærri.
– Undirskriftirnar komu inn, beint áðrenn fundurin skuldi byrja, og vit valdu tí at taka málið av skrá. Nú má tað fyrst kannast nærri av umsitingini, sigur hann.
Ein arbeiðsbólkur á fimm fólk varð annars settur at lýsa, hvørjir møguleikar vóru at gera við húsið.
Arbeiðsbólkurin er ikki samdur í, hvør loysn er tann frægasta at velja, og tí deildi arbeiðsbólkurin seg í tvey, tá ið tilmælið til kommunustýrið varð skrivað.
Tríggir limir í arbeiðsbólkinum mæla kommunustýrinum til ikki at ríva húsið niður, men í staðin brúka húsið til eitthvørt alment endamál. Serliga tvey punkt eru áhugaverd at hyggja nærri at, nevniliga punkt 3.2 Frítíðarvirksemi og 3.3 Visit Sjóvar. Bæði hesi virksemi liggja sera væl í einum miðstaðarøki. Saman við staðsetingini er søgan í húsinum eisini tengd at ynskinum um at varðveita húsið. Við støði í hesum er eisini ynskiligt, at útsjóndin av húsinum ikki skal broytast ov nógv; og verður valt at byggja uppí, skal gamli parturin av húsinum í størstan mun varðveitast.
Hinir tveir limir í arbeiðsbólkinum mæla kommunustýrinum til at ríva húsið niður, vísandi til óhepnu staðsetingina (tætt við vegamót), ringa standin á húsinum og harvið stóra kostnaðin at umvæla húsini. Hesir somu tveir limirnir halda, at Sjóvar kommuna eigur betri umstøður í bygdahúsinum til fleiri av uppskotunum um, hvat gamla missiónshúsið kann brúkast til.
Eftir útsøgnunum hjá Anfinni Gærdum, so eru meiriluti í bygdaráðnum at ríva húsið niður, og gera okkurt annað á økinum.
Men nú er spurningur, um undirskriftirnar broyta nakað.
– Tað er ein gomul samtykt í bygdaráðnum, eg meini frá 2006, um at kommunan skuldi keypa missiónshúsið við tí endamáli at ríva tað niður. Men tað er ikki til skjals. Húsið er frá 1936, og har skulu nokk so nógvar umvælingar gerast, um húsið skal nýtast. Men húsið liggur væl fyri, mitt í bygdini, tætt við skúlan, og bussarnir steðga har. Málið verður tikið upp aftur á næsta bygdaráðsfundi, so mugu vit síggja, hvat hendir tá, sigur Artur Johansen.