160 fólk á FaroExpo

Vinnustevnan FaroExpo er ikki ein framsýning, har almenningurin hevur atgongd. Tað eru fyritøkurnar, sum eru við á stevnuni, ið fundast sínámillum eftir klokkutíð. Hóast FaroExpo ikki er ein framsýning ella sølustevna, har almenningurin hevur atgongd, so eru kortini nógv fólk í Ítróttarhøllini í Runavík ein dag sum í dag. Vinnustevnan er skipað sum partneriat, har fundarborðið er miðdepilin.

Fundirnir eru avtalaðir frammanundan og koyra eftir fastari skipan og klokkutíð. Tá ein fundur er liðugur, verður beinanvegin farið undir næsta fund, og soleiðis fáa luttakararnir á FaroExpo høvi at hitta tær fyritøkur, ið tær ynskja at fundast við.

Símun Hammer, stjóri í Virkisráðgevingini (VRG), sigur, at eini 160 fólk tilsamans hava verið í Ítróttarhøllini í Runavík í dag.

- Tey allar flestu eru fólk, sum umboða ymisku fyritøkurnar og luttakararnar, men í onkrum føri er tað so, at fyritøkur, sum eru við á FaroExpo, biða um fundir við fyritøkur, sum ikki eru við á stevnuni.

Men hetta er undantakið.

Stjórin í VRG sigur, at dagurin í dag hevur eydnast væl, og bæði fyriskiparar og luttakarar hava víst sítt nøgdsemi.

- Vit gleða okkum nú til morgindagin, og vit gleða okkum eisini til almenna partin av FaroExpo, ið er ráðstevnan við fyrilestrum í Løkshøll, sum byrjar beint eftir døgurðasteðgin í morgin, sigur Símun Hammer.