16 vilja vera forseti í Russlandi

Í Russlandi eru 16 persónar skrásettir sum valevni til forsetavalið í mars næsta ár, upplýsir valnevndin í Moskva, russiska høvuðsstaðnum.

 

Hildið verður fyri vist, at Vladimir Putin kann halda fram sum forseti í Russlandi – og at neyvan nakar hevur kjans at koppa honum

Í fleiri ár hava myndugleikarnir kroyst andstøðuleiðarar at stilla upp til val. Hetta rák er vorðið sterkari eftir innrásina í Ukraina í februar í 2022.

Men tað verður hildið fyri vist, at Vladimir Putin verður afturvaldur. Hann váttaði fyrri í mánaðin, at hann stillar uppaftur.

Valið verður í tríggjar dagar frá 15. mars.

Tann 71 ára gamli forsetin hevur verið við valdið í Russlandi sum annaðhvørt forseti ella forsætisráðharri í trý áratíggju.

Valevni kunnu melda seg til 27. desember.

/ritzau/AFP

 

 

Hildið verður fyri vist, at Vladimir Putin kann halda fram sum forseti í Russlandi – og at neyvan nakar hevur kjans at koppa honum