16 persónar og fyritøkur bjóða seg fram til at røkja busssambandið fyri Bygdaleiðir. Talan er um fimm ára sáttmálar við møguleika fyri leingjan í tvey ár.
- Eg eri væl nøgdur við stóru undirtøkuna, hon vísir stóra áhugan fyri koyringini, sigur Jákup Danielsen, stjóri á Strandferðsluni.
Landið er býtt upp í átta økir. Í tveimum av økjunum var áhugin ikki so stórur, bara eitt tilboð kom í hvørjum av hesum økjum. Talan er um Sandoynna og Strendur, sum er leið 440. Á hinum seks økjunum var áhugin størri og millum tvey og fimm tilboð komu inn á hesum økjum.
Størsti áhugin var fyri koyringini vestur á flogvøllin, leið 100, og til Klaksvíkar, leið 400.
Tað kostaði 36 milliónir krónur at reka Bygdaleiðir í fjør, og Jákup Danielsen sigur, at alt bendir á, at talan verður um nakað sama kostnað í ár, einar 35-36 milliónir krónur.
Spurdur, um Bygdaleiðir pr. definitión taka av lægsta tilboði, sigur Jákup Danielsen:
- Nei, tað eru útgreinaðar treytir í útbjóðingartilfarinum, eitt nú um tænastustøði og annað. Vit fara nú at hyggja nærri at innkomnu tilboðunum, áðrenn støða verður tikin um, hvør fær koyringina í ymsu økjunum.
Klárir 1. mai
Strandferðslustjórin sigur, at enn er alt so feskt, og at hann higartil bert hevur sæð tølini í tilboðunum.
Í teimum báðum økjunum, har bert hitt eina tilboðið er komið inn, er væl ikki so nógv at rafla um, men seks av økjunum hava fleiri tilboð at velja ímillum.
- Vit fara longu nú seinnapartin at kanna tilboðini nærri, og síðani verða samráðingar tiknar upp við vælsaktans lægstu tilboðini. So um tvær til tríggjar vikur skuldi alt helst verið komið upp á pláss, sigur Jákup Danielsen.
Hetta merkir, at um hálvan apríl skuldu tilboðsgevararnir gjarna vita, um teir hava fingið koyringina ella ikki.
- Nýggju sáttmálarnir koma í gildi 1. mai, og vit rokna við at verða klárir til ta tíð, sigur Jákup Danielsen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins.










