16 veteranar í Føroyum

16 krígsveteranar búgva í Føroyum, sigur Peter Christensen, verjumálaráðharri í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingslim.

Í kjalarvørrinum av kjakinum, sum hevur tikið seg upp um umstøðurnar hjá krígsveteranum í Føroyum og teirra manglandi uppgfylging, hevur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, spurt danska verjumálaráðharran, hvussu nógvir fyrrverandi hermenn í danska herinum nú búgva í Føroyum.

Svarið frá Peter Christensen er, at 16 fyrrverandi hermenn hava søkt um veterankort. Í hesum liggur tó tað fyrivarni, at allir ikki eru skrásettir. Ein hermaður, sum hevur verið í altjóða tænastu fyri danska herin, má sjálvur søkja um at fáa eitt veterankort. Danski verjumálaráðharrin sigur, at møguliga eru onkrir, sum ikki hava søkt, og at talan í so føri allarhelst er um hermenn, sum hava verið í altjóða tænastu innan 1992.