Politi og sjálvboðin í umfatandi leiting eftir 16 ára gamlari gentu, sum á veg til hús tíðliga sunnunáttina hvarv.
Sigrid Giskegjerde Schjetne hevði verið og vitja eina vinkonu, tá hon á veg til hús helst er burturflutt. Politiið veit við vissu, at kvart yvir miðnátt er seinasta lívstekini komið frá fartelefonini hjá Sigrid Schjetne.
- Vit vita fyribils einki um, hvat kann vera hent. Málið varð fyrst meldað sum ein horvin persónur, og allar kreftir vórðu settar inn, bæði við manning og hundum, eins og sløkkiliðið esini er við í leitingin, sigur Hanna Kristin Rohde, deildarleiðari í Oslo politinum á tíðindafundi í morgun.
Tað er hennara deild, sum hevur tikið yvir leiðsluna av leitingini, og hon undirstrikar, at tey framvegis vóna at finna gentuna á lívi.
- Vit hugsa ikki grundleggjandi, at nakað kriminelt er farið fram, men vit hava yvirtikið málið, tí um tað vísir seg at verða hent eitthvørt kriminelt, hava vit tryggja sporini, sigur Hanna Kristin Rohde við vg.net.
Tað vóru tvey vinfólk, sum sunnunáttina funnu fartelefonina, skógvarnar og ein sokk hjá horvnu gentuni við ein barnagarð. Politiið hevur tó ikki funnið spor sum týða á, at harðskapur hevur verið við barnagarðin.
Spurd, um málikð kann hava samband við eitt annað óloyst mál í økinum, svarar politileiðarin ja.
- Alt er viðkomandi. Tað er av týdningi, at vit ikki bara hugsa, at hon er horvin, men eisini hugsa frameftir um so er, at tað ringast hugsandi er hent. Men vit vóna at finna gentuna á lívi, sigur Hanna Kristin Rohde.
Vaktól við bummgjald og onnur vaktól verða nú kannað, tí ein av teoriunum, sum politiið arbeiðir út frá er, at hon kann vera burturflutt í bili, skrivar vg.net










