16 ára gomul eigur sjey børn

Fyri aðru ferð hevur ein bert 16 ára gomul genta í Argentina fingið tríburar. So nú er hon mamma til sjey smágentur. Gentan, sum rópar seg Pamele, er longu ein roynd mamma, nú hon fyri aðru ferð fær tríburar. Fyrsta barnið varð borið í heim, tá mamman var 14 ár. 15 ára gomul fekk hon tríburar, og sum sagt, aftur nú tríburar, bert 16 ára gomul. Sambært danska Ekstra Blaðnum siga argentinsku læknarnir, at mamma og børn hava tað gott. Myndugleikarnir hava givið familjuni jørð, har tey kunnu byggja sær eitt heim.