16 ára gamla kometin av Morskranesi vann bronsu

Hann er eitt supertalent í renning, og tað staðfesti hann veruliga í dag, tá hann vann bronsu á 5.000 metra teininum í kvøld.

 

Keith Gerrard av Isle of Man vann gull sannførandi við tíðini 14.26.74. Thomas Wade vann silvur við tíðini 15.11.98. Marnar Djurhuus vann bronsu við tíðini 15.56.88.

 

Marnar varð næstan 9 sekund frammanfyri Ronan Shally av Guernsey, sum gjørdist nummar fýra.

 

Síggj seinastu metrarnar hjá Marnari, og hoyr samrøðuna við Marnar og Guttorm Sørensen, við at trýsta á hesa leinkjuna : www.youtube.com/watch