16 ára gamal úr VB til Brøndby

16 ára gamli Lukasz Cieslewicz hevur gjørt sáttmála við Brøndby og hósdagin fór hann av landinum. Hann er sonur kenda Robert Cieslewicz, sum leikti við VB og sum nú er við Sumba og sjálvur hevur Lukasz vunnið fleiri meistaraheiti við VB

 
Lukasz Cieslewicz hevur gjørt 2 ½ ára sáttmála við Brøndby. Hann hevur tvær ferðir verið til venjing og sum reglurnar siga, so hevur verið bíðað, til hann fylti 16 ár, áðrenn nakað kundi gerast víðari.
Men nú er hann 16 og hósdagin fór hann av landinum. Viðurskiftini í Danmark eru góð, hann skal búgva í húsi saman við øðrum leikarum, og hann er annars væl nøgdur við sáttmálan sum heild.
Sjálvsagt er tað so, at foreldrini mugu siga ja, áðrenn Lukasz fór nakran veg, men tað var eingin trupulleiki. Robert, pápin, er sjálvur fótbóltsleikari og leikti við VB og er nú í Sumba. Familjan sær hetta sum fyrsta stig á leiðini út í heim og sum byrjanina til møguliga yrkisleið innan fótbóltin. Familjan kom til Føroya, tí Robert gjørdi sáttmála við VB á sinni.
Eisini yngri sonurin, Adrian, heldur hetta vera nakað stórt og eins og hetta er ein dreymur, sum gerst veruleiki hjá Lukasz, so vónar Adrian, at honum skal gangast á sama hátt um nøkur ár. Og sigast kann, at útlitini eru ikki av leið, tí eisini Adrian er sera kringur við bóltinum.
Lukasz fegnast um møguleikan at sleppa at royna seg. Hann hevur verið við til at vinna 3 meistaraheiti við VB og sigur, at sjálvsagt fer hann at sakna Føroyar og sjálvandi kemur hann aftur at vitja, tí familjan er jú her.
Hann byrjar í januar, beint eftir nýggjar, í Brøndby, og hósdagin fór familjan av landinum, men fyrst gongur leiðin til Pólands, har jólini verða hildin, men so byrjar gerandisdagurin í Brøndby.