16 musikalsk talent á einari fløgu

Ì dag kom út fløgan "Óskrivað bløð" við 16 evnaríkum, ungum tónlistafólkum

Í dag var fløguframløga í handlinum hjá Tutl í miðbýnum í Havn.


Talan er um eina serstaka, nýggja fløgu við 11 skeringum. 

"Óskrivað bløð" er heitið á fløguni, við hesum 16 ungu, evnaríku tónleikarunum, ið ikki hava givið út áður.

 

Allir sangirnir eru tiknir um í Smart Recordings Studio í Skálabotni. Búgvi Hanusarson hevur staðið fyri framleiðsluni av fløguni. Hann vitjaði seinnapartssendingina hjá Rás2 í dag.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna við Búgva Hanusarson.