Hesar báðar seinastu dagarnar er korona staðfest hjá 16 fólkum í Føroyum í Føroyum. Tað upplýsir landslæknin, nú úrslitið av teimum seinastu kanningunum fyriliggur.
Í fyrradagin var smittan staðfest hjá 33 fólkum, men tey talan var um útlendingar, mest sjófólk og útlendsk ferðafólk.
Men síðani er smittan eisini staðfest hjá føroyingum og nú eru smittan staðfest hjá 49 fólkum. Bara hetta seinasta samdøgurið er smittan staðfest hjá 14 fólkum. Samstundis eru nú 73 fólk sett í sóttarhald.
Av teimum 49 fólkunum, sum eru smittað, eru 32 farin av landinum aftur og sostatt eru 17 fólk eftir í Føroyum við smittuni.
Nú eru tilsamans 41.459 fólk kannað fyri koronu í Føroyum og tilsamans hava 241 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum og 192 av hesum fólkunum eru staðfest frísk aftur.
Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna.
Landslæknin mælir øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góðu atferðina við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni.