16 deyð av sjálvmorðsbumbu

Ein sjálvmorðsbumbuatsókn í landnyrðingspartinum av Pakistan hevur kravt í minsta lagi 16 mannalív. Myndugleikarnir siga, at bumbumaðurin søkti at einari løgreglustøð í býnum Khar, sum er tætt við afghanska markið, og at fimm løgreglumenn eru millum tey deyðu.

Pakistonsku myndugleikarnir siga, at ein deild av Taliban, sum hevur tætt tilknýti til al-Qaeda, heldur til í Khar.

Sum skilst var sjálvmorðsbumbumaðurin til gongu, og tá hann var uttan fyri løgreglustøðina, sprongdi hann bumbuna og seg sjálvan í luftina, skrivar AFP.