Ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina á einum sølutorgi í býnum Darra Adam Khel í útnyrðingspartinum av Pakistan í morgun. 16 fólk doyðu, men myndugleikarnir siga, at fleiri vórðu so illa løstað, at tað stendur um lív hjá nøkrum.
Pakistonsku myndugleikarnir eru ikki í iva um, at tað var Taliban, sum skipaði fyri atsóknini, og at bumban var ætlað limum í einum hernaðarligum bólki, sum styðjar myndugleikarnar, og sum stríðist ímóti Taliban.
Pakistanski herurin, sum er ein tann størsti í heiminum, hevur sett fleiri álop í verk ímóti Taliban og øðrum islamistiskum bólkum, so royna at fella stjórnina í Islamabad.