16 Blocks  Bruce Willis í essinum

Kim Simonsen

Jack Mosley (Bruce Willis) er ein løgreglumaður í New York. Hann er ein rotin finna í einum kavrotnum samfelagið. Sum allir góðir løgreglumenn, so er hann sjálvandi sera illa nøgdur við tilveruna og hann drekkur tí sum ein svampur.
Jack er ein av hesum deiliga klisjefyltu løgreglumonnunum, ið einki lív hava og halda, at alt er líkamikið. Hann hevur sum allir hinir eitt ringt forhold til allan heimin, serliga til stjóran og familjan er sum oftast langt síðani horvin.
Hetta er góði gamli film-noir klassikarin um hin fordrukna og dekadenta løgreglumannin í stórbýarfrumskóginum, ið tó hevur eitt hjarta tá á stendur.
16 blocks
Jack hevur timburmenn, men hendan dagin tá skal hann flyta brotsmannin Eddie Buncker (Mos Def) til Rættin, har hann skal dømast. Teinurin er bert 16 blocks, men her byrjar ein øgilig jagstran, tí onkur vil ikki hava at Jack og hesin Buncker koma fram. Jack megnar at bjarga Eddie frá at verða avrættaður mitt á gøtuni. Men vit eitt koma fleiri løgreglufólk, men hesi eri ikki sum tey eiga at vera, tí tey eru undir leiðslu av Frank Nugent (David Morse) og hann vil gera av við Eddie.
Søgan er sum so greið og tað ger einki. Bruce Willis dugir at geva okkum vøruna og filmurin spælir við alt gamaltkent góðs.
Tað hendir ofta ikki so nógv við hesi filmgenruni, bert gerðast special effects flottari. Seinastu árini hava hesir actionleikstjórar roynt at givið genruni eitt vet av humor, so sum í 1980inum og í 1990inum við Bruce Willis, meðan Pierce Brosnan í James Bond virkaði bert meiri og meiri idiotiskur. Filmar sum Die Hard hava gjørt actionfilmin meiri skemtingarsaman og undirhaldandi, meðan kitsjfaktorurin er í topp hjá Steven Segal og Jean Claude Van Damme, ið er fyri fólk sum ikki duga at skriva sítt egna navn.
Actionfilmurin hevur stolið frá kung fu filminum, westernfilminum og filmsøguni, serliga frá film-noir, sum heild, men enn er úrslitið ofta líka so keðiligt og snævurt sum søgurnar eru pappírtunnar. .
Haldi at Bruce Willis er bara fínur sum Jack Mosley. Willis er bara for kool, líkamikið hvat hann ger, hann hevur verið við í filmum sum Pulp Fiction, Twelve Monkeys, The Sixth Sense og í allari Die Hard triologiini. Hann var við í Sin City , Unbreakable, Last Man Standing, Nobodys Fool, The Story of Us, The Fifth Element, The Whole Nine Yards og sera nógvum øðrum.
Her er alt sum ein vanligur mainstream actionfilmur skal hava, eitt øgiligt tempo og nógvur spenningur. Her er tó eitt sindur ov nógv meiningsleyst prát. Filmurin er sum hann er og vil einki annað enn at undirhalda. Hetta er av og á action av tí betra slaginum, men sum heild er ikki nógv nýtt í hesum filminum.

2 stjørnur av 6


16 Blocks

Leikstjóri Richard Donner.
Leikandi: BRUCE WILLIS, MOS DEF,
DAVID MORSE
105 MIN.
Sýndur í Havnar Bio
frá 15. september
Aldursmark 11 ár.