16 ára gomul sent Khader deyðshóttanir

Naser Khader hevur fingið deyðshóttanir gjøgnum privatboð á Facebook

Fyrrverandi danski-sýriski fólkatingsmaðurin, Naser Khader, sum eisini er væl kendur í Føroyum, og hevur vitjað her á landi hevur enn einaferð upplivað at fingið deyðshóttanir.

 

Hesaferð er talan um deyðshóttanir frá einari bert 16 ára gamlari gentu, sum hevur sent deyðshóttaninar til Naser Khader gjøgnum privatboð á Facebook. Sambært danska blaðnum, Metroexpress hevur 16 ára gamla gentan skrivað boð um, at hon ætlar at skera hálsin yvir á Naser Khader, og hon ætlar eisini at skera hálsin yvir á dóttur hansara. Í einum øðrum privatboðum hevur tann 16 ára gamla gentan skrivað til Naser Khader: "Tað er ein kúla til tín, og tað er eisini ein kúla til dóttur tína".

 

Ígjár sat tann 16 ára gamla gentan á ákærubeinkinum í býarrættinum í Keypmannahavn, har hon játtaði at hava framt heili 11 brot, har hon hevur hótt fólki eftir lívinum, millum teirra Naser Khader og dóttur hansara, Sofia Khader. 

 

Fyrr í ár upplivdi 14 ára gamla, Sofia Khader at blíva álopin av einum gentubanda. Hetta hendi enntá á føðingardegnum hjá Sofiu Khader. Neyðars gentan fekk fleiri sløg og spark. Tvær gentur úr einum gentubanda framdu hesa ógerðina.  

 

Danska trygdarløgreglan hevur støðugt eftirlit við Naser Khader, og hann kann ikki ferðast nakrastaðni uttan, at fólk frá PET eru í námind. 

 

Naser Khader sigur seg verða ein frælslyntan muslim, sum virðir danskar siðir, og tað hevur fingið ilt í summar muslimar. Tískil hevur Naser Khader í fleiri ár verið vardur av fólki frá donsku trygdarløgregluni.