Ársins dystur, um ikki aldarinnar dystur verður við Djúpumýru í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 19.45 tá svenska meistaraliðið, BK Häcken úr gamla arbeiðaraøkinum, Hissingen í Göteborg kemur á vitjan í øðrum undanumfarinum í Champions League.
BK Häcken er favorittur hjá 16 altjóða veddingarfyritøkum til at vinna dystin í annaðkvøld.
Oddsini upp á útisigur til BK Häcken liggja millum 1,64 og 1,81.
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 4,33 og 5,00, ið er væl lægri enn oddsini vóru upp á KÍ-sigur móti Ferancvaros niðri í Budapest.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,40 og 3,95.
HER eru oddsini:
##med2##