16 alarar doyðu í Chili í fjør

Tað er ikki vandaleyst at vera alari og millum tey, sum doyggja í hesi vinnu, eru eitt nú kavarar.

 

Í 2019 doyðu tilsamans 16 alarar í chilensku alivinnuni. 

Nýggjársdag druknaði kavarin, 34 ára gamli, Tirso Alvarado Triviño, meðan hann arbeiddi fyri alifelagið, Invermar.  

Sum kavari arbeiddi hann undir vatni, har hann var í holt við at bøta eina nót í alibrúkinum í Punta Chalihué har suðuri í Chili.

Tirso Alvarado Triviño var lívleysur, tá hann var fingin upp úr sjónum. - Tá vit komu, var maðurin lívleysur, sigur havnarstjórin í Conchi, Daniel Ramirez, við chilenskar miðlar.

Í oktober í fjør doyði kavarin, 48 ára gamli, Millán Levicoy, við sama alibrúk. Hetta var at kalla undir identiskum umstøðum, sum hjá tí 34 ára gamla, ið doyði nýggjársdag.

Tað er ein bólkur, sum stríðist fyri at fáa alivinnuna burtur - Ecoceanos Center - sum hevur útvegað sær tølini yvir arbeiðsfólk, sum lótu lív í chilensku alivinnuni.

Við í tølunum er eisini alarar, sum eru deyðir á veg til arbeiðis í chilenskari alivinnu í 2019, og tað er norska www.ilaks.no, sum ber hesi tíðindi frá chilenskum keldum.