Yvirskriftir:Tað hevur týdning, at ES viðurkennir at tað ikki er rætt at hótta og boykotta lond í samband við eitt kvotabýti, Tað sigur løgmaður, nú Føroyar hava latið ósemjuna við ES til altjóða gerðarrættin.
Ein eldri maður bleiv í dag í Føroya Rætti varðhaldsfongslaður í fýra vikur, hann er áærdur fyri kynsligan ágang ímóti smádreingjum.
Vit vilja í gongd sum skjótast. Tað segði umboðsmaðurin hjá felgnum, sum skal gera eysturoyartunnilin, tá fundurin við rættarnevndina var liðugur á middegi í dag.
Hoyrið tíðindini via at trýsta pílin undir myndini.