Nú Taks hevur gjørt upp skatt, er greitt, at 16.059 skattgjaldarar fingu avlopsskatt á slakar 57 miljónir krónur. Írestandi skattur, sum 1.744 skattgjaldarar fingu, var góðar 3,4 miljónir krónur. Taks hevur gjørt upp skattin fyri 2010. Uppgerðin vísir, at 1.744 skattgjaldarar fingu írestandi skatt á tilsamans 3.430.698 krónur - og 16.059 skattgjaldarar fingu avlopsskatt á tilsamans 56.973.531 krónur.
- Hjá 19.220 skattgjaldarum passaði fyribilsskatturin, sum teir høvdu goldið í 2010 við endaliga skattin fyri árið, sigur Taks.
Lagt verður aftrat, at avlopsskattur minni enn 25 krónur verður ikki útgoldin, og írestandi skattur minni enn 100 krónur verður ikki kravdur. Í hesum sambandi vera 14.891,14 krónur ikki útgoldnar og 32.673,84 kr. ikki innkravdar.
Taks sigur, at 6.569 skattgjaldarar fingu ikki skattauppgerð gjørda nú, men fingu í staðin sjálvuppgávu, sum skal sendast inn, áðrenn skattauppgerð kann gerast.
- Skattgjaldarar, sum hava fingið skattauppgerð nú, skulu kanna, um henda er røtt. Eru feilir í uppgerðini, ella eru upphæddir ikki við, skal sjálvuppgáva latast inn við røttu upphæddunum, sigur Taks.