Herfyri stóð at lesa á in.fo at alsamt fleiri fólk brúka skipini hjá Strandfararskipum Landsins, og hagtølini hjá stovninum vísa somu søgu fyri Bygdaleiðir.
Tilsamans koyrdu 263.879 ferðafólk við leiðunum hjá Bygdaleiðum fyrra hálvár í ár. Í fjør var talið 247.559 og í 2014 koyrdu 258.497 fólk við Bygdaleiðum. Vøksturin er tí 16.320 fólk í mun til í fjør og 5.382 fleiri enn í 2014.
Nógv mest brúkta leiðin er leið 400, ið koyrir millum Tórshavn og Klaksvík. 70.386 ferðafólk hava nýtt hesa leiðina fyrstu seks mánaðirnar í ár. Tað er gott og væl tað sama sum í fjør, tá 70.368 ferðafólk koyrdu við Bygdaleiðum millum teir báðar størstu býirnar í Føroyum.
Síðani koma tríggjar javnt nógv nýttar rutur. Leið 300, úr Tórshavn vestur á Flogvøllin, leið 410 millum Fuglafjørð og Klaksvík og leið 440, Skálafjarðarleiðin, liggja allar um 40.000 ferðandi. 1.782 færri fólk nýta tó flogrutuna, meðan 3.349 fleiri nýta leið 410 og heili 8.768 fleiri nýta Skálafjarðarleiðina.
Tað er eisini Skálafjarðarleiðin, ið hevur størsta vøksturin í talið av ferðandi, meðan leið 410 hevur triðstørsta vøksturin. Næststørsta vøkstur hevur leið 500, millum Klaksvík og Viðareiði. Har nýta 4.486 fleiri fólk rutuna í ár í mun til fyrra hálvár í fjør. Tilsamans koyrdu 8.046 fólk við leið 500 fyrra hálvár í ár.
In.fo hevur fyrr skrivað um, at í fjør vóru fleiri mánaðir, har bussurin millum Klaksvík og Kunoy koyrdi tómur. Líkt er tó til, at fólk hava tikið tað til sín, og er ferðafólkatalið fyri fyrstu seks mánaðirnar voksið úr 12 ferðafólkum í 2015 til 102 í 2016.
Báðar bussleiðirnar á Sandoynni uppliva eina minking í ferðafólkatalinum, úr 7.837 í 6.248 á leið 600 millum Skopun og Skálavík og úr 1.429 í 746 á leið 601 millum Sand og Skopun.
Hagtølini eru at finna á heimasíðuni hjá Strandfararskipum Landsins.