1586 smittað við koronu í Danmark seinasta samdøgrið

Statens Serum Institut hevur skrásett 1586 nýggjar koronutilburðir í Danmark síðani í gjár. Talið av innløgdum hækkar við 12 til 266 fólk.

 

Tað eru skrásettir 1585 nýggir tilburðir við covid-19 í Danmarjk. Tað vísir dagliga uppgerðin frá Statens Serum Institut (SSI).

Svar er komið upp á slakar 78.300 koronuroyndir, sum merkir, at 2,03 prosent av teimum hava verið positiv við covid-19.

39 koronusmittað afturat eru innløgd. 36 eru innløgd við covid-19 á donsku intensivu deildirnar. 27 teirra eru í respiratori.

Í gjár vóru 38 koronusjúklingar á intensivu deildunum. 24 teirra lógu í respirator.

Seks fólk afturat smittað við covid-19 eru deyð. Nú eru tilsamans 852 fólk deyð í Danmark av sjúkuni.

/ritzau/